Hann hevur møguleikan at halda fram í spanska felagnum.
Sáttmálin hjá Andrias Edmundsson er gingin út í Águilas, sum júst flutti upp í 4. bestu deildina í Spania. Andrias sigur, at hann hevur fingið bjóðað nýggjan sáttmála, men at hann nú umhugsar sínar møguleikar og um hann hevur møguleikar at koma í eina betri deild.
22 ára gamli miðverjin var ikki úttikin til A-landsliðið hesaferð, men hevur síðsta árið fleiri ferðir verið í landsliðshópinum.